Hafðu samband: 520 4000 snerpa@snerpa.is

Rasmus í Görðum

Kenna tit Rasmus, Rasmus i Görðum,
hann eigur sær bæði hestar og neyt
so hevur hann hjallin niðri í fjörum,
saltfisk og speril, um á hjá honum treyt.
Men Rasmus, ja, Rasmus, hann fölir seg so eina
hann hugsar um Rasminu, sum situr heilt aleina.
Tí Rasmus, ja, Rasmus, hann er gamal drongur,
slaturin gongur, hann tímir ikki longur.

Nú má eg mær finna eina fitta gentu,
hevði eg torað at ligið framvið.
Eg fylgdi Rasminu, sjálvt um teir mangan flentu,
men kanska hon ikki er heilt ómögulig".
Tí Rasmus, ja, Rasmus, hann er gamal drongur,
slaturin gongur, hann tímir ikki longur.
Hann droymir um Rasminu, bæði dagar og nætur,
vinirnir arga hann, so hann er ofta nokk so flatur.

Og Rasmus, ja, Rasmus, hann fór sær ein dagin
yvir at Nesi og norður um á.
At friggja hann ætlaði, reyður og smæðin,
spurði Rasminu, á knöunum hann lá:
,,Rasmina, Rasmina, mín fitta rosina.
vilt tú um meg fjálga, mín lívsins kamina?"
,,Ja, elskaði Rasmus, nu kundi eg skriggjað,
í tríati ár havi eg nú væntað teg at friggja".

færeyskt ljóð og lag